Dysturin mikudagin móti Dundee United FC endaði við javnleiki 2-2. Vit leiktu ein góðan fyrra hálvleik, har dreingirnir góvu seg fult út. Dundee kom á odda 1-0 í 14 min. og vit javnaðu ein minutt seinni. Jákup S. Olsen gjørdi málið. Fyrra helvt av seinna hálvleiki leikaði javnt á. Dundee legði seg aftur á odda miðskeiðis í seinna hálvleiki. Eftir hetta løgdu vit stórt trýst á teir, og tað var bara ein spurningur um tíð, áðrenn vit javnaðu. Tveir minuttir fyri leiklok kom útjavnandi málið. Hetta var eitt sera flott sjálvmál, sum bleiv skotið upp í málhornið. Sigast skal, at tann, sum gjørdi sjálvmálið, var sera hart kroystur av okkara dreingjum.
Liðið: Pætur Høj (Eli Leifson Nolsøe), Eirikur Magnussarson (Ragnar Tausen), Teitur Olsen, Allan Hansen, Bárður Guttesen, Kári Hvannastein (Magnus Egilson), Marcus Clementsen (Ari Danielsen), Jákup S. Olsen, Arnold Kristiansen, Andrias H. Eriksen og Rasmus Dan Sørensen.